Breddin

Breddin: Veiðiloyvi og støðan í Miðeystri
25-01-2024
Í sendingini verður ljós varpað á uppskotið frá Joe Biden, forseta, og António Guterres, ST-aðalskrivara, um eina loysn, har palestinar eisini fáa sítt egna land.

Veiðiloyvini eru aftur knýtt at stálinum, og tað merkir, at bæði Vørn og skipaskrásetingin hava úr at gera.
Eitt nú eru fiskidagarnir á Føroya Banka áhugaverdir, og nógv skal til fyri at loyvini kunnu gagnnýtast til fulnar.
Hetta elvir summum trupulleikar.


25.000 fólk deyð
Eingin loysn tykist vera á krígnum millum Ísrael og Hamas, sum nú hevur vart í góðar fýra mánaðir.
Fleiri enn 25.000 fólk hava latið lív í Gasa, og nú hava hungursneyð og sjúka eisinirakt økið, sum er avbyrgt frá umheiminum.
Herfyri frættist, at amerikanski forsetin, Joe Biden, er farin at tosa um eina tvey-statsloysn - altso eina loysn, har palestinar fáa sítt egna land
Eisini ST-aðalskrivarin, António Guterres, sigur, at ein tveystatsloysn er einasti vegur.
Men hvat eru útlitini?

Gestur: Hans Andrias Sølvará
Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Marjun Dalsgaard, sum var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg

 

Redigerað 12.56

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Formaðurin í Búskaparráðnum og politisku eygleiðari viðgera fíggjarlógina
17-12-2024
Er tað rætt, at fólk í neyð noyðast at venda sær til hjálparfelagsskapir í staðin fyri til landið, og hvat verður gjørt fyri at hjálpa?
13-12-2024
Letur tað seg yvirhøvur gera hjá smáum londum at leggja teymar á tøknirisar? Og verða sosialir miðlar brúktir til ólógligt virksemi í Føroyum
12-12-2024
Umboð fyri politisku flokkarnar komu á gátt í útvarpsstovuni at kjakast um hvat kann gerast við fólkafráflytingina
10-12-2024
Hvat kann gerast fyri at steðga fráflytingini úr Føroyum?
06-12-2024
Amnesty International leggur nú Ísrael undir at fremja fólkamorð í Gasageiranum
05-12-2024
Vísa tølini um fátakaváða røttu myndina í Føroyum
03-12-2024
Meðan vit mangla námsfrøðingar í Føroyum búgva fleiri føroyskir námsfrøðingar í Danmark. Og í morgin fara íslendingar á tjóðartingsval
29-11-2024
Í sendingini verður m.a. spurt, hvat hendi við arbeiðinum eftir Exit Føroyar-kjakið í 00'unum
28-11-2024
Tvey evni eru í sendingini í dag
26-11-2024
Hvussu skal nevndin arbeiða, og skulu vit yvirhøvur hava eina landsstýrismálanevnd, verður spurt í sendingini í dag
22-11-2024
Vit missa 20 prosent av teimum, sum fara av landinum at lesa - einans 5. hvør í 3. g ætlar at lesa í Føroyum
21-11-2024