- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Tað verður ikki loyvt at taka pening frá ferðafólki fyri at ganga í haganum eftr nýggju lógini um burðadygga ferðavinnu.
Gjald skal takast frá øllum ferðafólkum, sum ikki eru skrásett at búgva í Føroyum, tað skal býtast millum kommunur, heimfólkið í bygdum og bøndir.
Haraftrat verður ásetingin í lógini um hegn frá 1937 strikað, sum sigur at ørindaleys ikki kunnu fara í hagan uttan at spyrja um loyvi frá bóndanum.
Kommunurnar skulu í seinasta lagið á sumri í 2025 hava gjørt eina ætlan fyri skipan av teirra økið, sum skilmarkar hvar tað er loyvt at ganga, og hvar krav skal vera um ferðaleiðara.
Í Breddanum er millum annað samrøða við Finn Danberg, stjóra í Jarðum og talsfólk fyri hagapartarnar í Mykinesi og politiskt kjak við limum í Vinnunevndini:
Annika Olsen, Tjóðveldi, Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin, Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin og Erhard Joensen, Sambandsflokkurin.