Brunsj

Brunsj við John William Joensen
27-03-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá John William og Joan Steinberg Joensen í Klaksvík.

John William er føddur í 1969 í Keypmannahavn og uppvaksin "Uppi á Hædd" í Klaksvík. Í Brunsj greiðir hann frá lívinum sum smádrongur í 70'unum og 80'unum bæði í grannalagnum og í skúlanum. Hann var málmaður hjá KÍ, og hvørt summar var hann á legu í Zarepta á Vatnsoyrum.

John William er útlærdur prentari og arbeiddi í nógv ár fyri blaðið Norðlýsi. Tey seinastu árini var hann stjóri á blaðnum.

Í 2011 fekk John William staðfest Parkinsson og tvey ár seinni mátti hann leggja stjórastarvið frá sær vegna sjúku.

Í dag er hann formaður hjá Parkinsson felagnum í Føroyum.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hja Dianu og Jóan Petur á Frúutrøð í Havn
11-02-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jóhann og Sólju í Ólavsstovu í søguligu húsunum í Soylugørðum í Kaldbak, ið vórðu bygd síðst í 1700 árunum.
28-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Heidi á Tinghúsvegnum í Havn
14-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Áslu og Sámal Petur Danielsen í Bókbindaragøtu í Havn
07-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Nicolaj og Aðalbjørg á Pálsgøtu í Nólsoy
18-12-2022
Sent varð beinleiðis av Trøðni í Miðvági, har Jens Eli Ellefsen búleikast saman við konu sínu Emmy og teirra mongu húsdjórum.
10-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Benny á Jøkulstræti í Havn
03-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Jóhan á Mattalág í Havn
26-11-2022
Sent varð beinleiðis av loftinum heima hjá Urd og Bernhardi á Høvdagøtu á Argjum
19-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnus og Lisbeth í Doktara Dahlsgøtu í Havn
12-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í íbúðini hjá Mariu á Kastelsvej á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.
05-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni hjá Óla og Onnu heima í Gerðinum á Velbastað
29-10-2022