Brunsj

Brunsj við Oddbjørg Johansen
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn

Oddbjørg Johansen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur síðan 2015 starvast sum leiðari hjá Bú og Viðgerarstovninum á Stoffalág 35 í Havn, ið er skipaður í samstarvi við psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum og Almannaverkið.

Endamálið við stovninum er at geva ungum við sálarligum avbjóðingum eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív, sum ger, at tey kunnu taka virknan lut í samfelagnum. Í 2020 varð Oddbjørg kosin Ársins Sjúkrarøktarfrøðingur av felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Oddbjørg frá sínum uppvøkstri í Runavík umframt ymiskum upplivingum, ið hava myndað hennara áhugaverdu lívsleið.

Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hja Dianu og Jóan Petur á Frúutrøð í Havn
11-02-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jóhann og Sólju í Ólavsstovu í søguligu húsunum í Soylugørðum í Kaldbak, ið vórðu bygd síðst í 1700 árunum.
28-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Heidi á Tinghúsvegnum í Havn
14-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Áslu og Sámal Petur Danielsen í Bókbindaragøtu í Havn
07-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Nicolaj og Aðalbjørg á Pálsgøtu í Nólsoy
18-12-2022
Sent varð beinleiðis av Trøðni í Miðvági, har Jens Eli Ellefsen búleikast saman við konu sínu Emmy og teirra mongu húsdjórum.
10-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Benny á Jøkulstræti í Havn
03-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Jóhan á Mattalág í Havn
26-11-2022
Sent varð beinleiðis av loftinum heima hjá Urd og Bernhardi á Høvdagøtu á Argjum
19-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnus og Lisbeth í Doktara Dahlsgøtu í Havn
12-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í íbúðini hjá Mariu á Kastelsvej á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.
05-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni hjá Óla og Onnu heima í Gerðinum á Velbastað
29-10-2022