Mamma Karina, Birthe Helena, sang og kvað fyri henni og systkjunum, so kvæði og søgurnar í teimum hava altið verið ein partur av lívinum hjá henni
Karin hevur valt at hoyra nólsoyingar kvøða Brestiskvæði, Tanja Poulsen og Súsanna Maria Hansen skipa. Dansifelagið í Havn fer upp á gólv við Harpurímu, Sigmund í Hoyvík skipar. Martin Tórgarð skupar De Røvere Tolv í Dansifelagnum í Havn. At enda hevur Karin valt at hoyra Dansifelagið á Látrinum kvøða Vaagen, Sjúrður Ferja skipar.