Dansival

Upp á gólv jólakvøld
26-12-2021
Rasmus Joensen og Jóhann Mortensen eru vertir.

Teir bjóða lurtarunum at hoyra: 1: Hin føroyski dansurin, eftir Andreas í Norðadali, Dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt, Regin Eikholm skipar. 2: Her nógv er at gera, eftir Jóan Peturi uppi í Trøð, nólsoyingar kvøða. 3: Tíðrikskappar, sumbingar kvøða, John Lisberg skipar. 4: Tróndarkvæði, eisini eftir Jóan Peturi uppi í Trøð, Klaksvíkar Dansifelag, Jógvan Pætur Gilstein skipar. 5: Geyti Áslaksson (Geyta táttur), Suðuroyar Norðara Dansifelag, Levi Niclasen skipar. 6: Boaratátturin, eftir Jóan Peturi uppi í Trøð, velbastaðfólk, ánjal Pauli Danielsen, í Búðini, skipar. 7: Fisken tager sin føde i vand, Dansifelagið í Havn, Hilmar Kass skipar. 8: Sverra ríma, eftir Jóan Peturi uppi í Trøð, Norðstreymoyar Dansifelag, Antines Antoniussen skipar.

Dansival

Kvæðasending í útvarpinum.
Levi Heinesen hevur stovnað eitt dansifelag fyri ung á Viðareiði.
29-02-2024
Vertur er Jóhann Mortensen
12-02-2024
Gunnar er formaður í Sláið Ring og greiðir frá fyrstu tíðini, hann dansaði sum barn, og dansivetrinum, sum er um at vera av. Hann sigur okkum eisini frá tiltøkum eftir føstuna
07-02-2024
Vertur er Elin Maria Olsen
31-01-2024
Leygarkvøldið 27. januar skriva vit søgu í Føroyskum dansi, tí tá verða nevniliga allir tríggir tættirnir í Sjúrðarkvæði havdir á gólvi í Sjónleikarhúsinum.
24-01-2024
Karin er uppvaksin á Eiði í einum heimi, har tað altíð hevur verið kvøðið. Tá Dansifelagið á Látrinum varð stovnað, fór hon at dansa við teimum.
10-01-2024
Ólavur fekk áhugan fyri kvæðum í fólkaskúlanum, og tá hann hoyrdi tey í nýggjum hami, m.a. við Harkaliðnum og Týr.
03-01-2024
Joen Petur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi, og er av álvara byrjaður at kvøða við Fótatraðk í Danmark, har hann eisini hevur verið formaður.
28-12-2023
Vertur er Elin Maria Olsen
15-12-2023
Marjun byrjaði at dansa føroyskan dans í Fótatraðk í Keypmannahavn, og var við til at stovna Tøkum Lætt, sum í dag er størsta dansifelagið í Føroyum.
13-12-2023
Fríðbjørg byrjaði at kvøða við dansifelagnum Grani á læraraskúlanum, og hevur fingið heiðursløn fyri sítt arbeiði í barnadansinum.
11-12-2023
Johann Mortensen leggur til rættis
26-12-2023