Dansival

Upp á gólv nýggjárskvøld
01-01-2023
Vertir eru Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen

Á skránni er:

  • "Strandatátturin", Eysturoyar Dansifelag kvøður, Jóan Carl Danielsen skipar. 
  • "Ved Christianshavn", sumbingar kvøða, Albert Djurhuus skipar.
  • "Syngesmeden fra Christianshavn", nólsoyingar kvøða, Trúgvi Thomsen skipar.
  • Tjørnuvíkingar kvøða síðani "Nordan for Trondhjem", tað er ikki skrásett, hvør skipar.
  • Havnarmenn kvøða "Harprímu", Sigmund í Hoyvík skipar.
  • Og so hoyra vit "Streingirs vísu". Talan er um eina uppskrift, sum er stytri enn uppskriftin í Eysturoynni, sumbingar kvøða, Óli Christian Dam skipar.
  • Vága Dansifelag fer upp á gólv við "Bjarnabana", sum Jeffrei Henriksen yrkti, dótturin Hervør Jørgensen skipar.
  • Wenzel Kamban skipar síðani "Trøllini í Hornalondum" í Dansifelagnum í Havn.
  • Jónleif Johannesen skipar "Deyðastund Sigmundar" í Klaksvíkar Dansifelag. Jónleif hevur yrkt hetta kvæðið.
  • At enda hoyra vit "Mimmering var den mindste mand". Velbastaðfólk kvøða. Jóannes Danielsen skipar.

Dansival

Kvæðasending í útvarpinum.
Levi Heinesen hevur stovnað eitt dansifelag fyri ung á Viðareiði.
29-02-2024
Vertur er Jóhann Mortensen
12-02-2024
Gunnar er formaður í Sláið Ring og greiðir frá fyrstu tíðini, hann dansaði sum barn, og dansivetrinum, sum er um at vera av. Hann sigur okkum eisini frá tiltøkum eftir føstuna
07-02-2024
Vertur er Elin Maria Olsen
31-01-2024
Leygarkvøldið 27. januar skriva vit søgu í Føroyskum dansi, tí tá verða nevniliga allir tríggir tættirnir í Sjúrðarkvæði havdir á gólvi í Sjónleikarhúsinum.
24-01-2024
Karin er uppvaksin á Eiði í einum heimi, har tað altíð hevur verið kvøðið. Tá Dansifelagið á Látrinum varð stovnað, fór hon at dansa við teimum.
10-01-2024
Ólavur fekk áhugan fyri kvæðum í fólkaskúlanum, og tá hann hoyrdi tey í nýggjum hami, m.a. við Harkaliðnum og Týr.
03-01-2024
Joen Petur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi, og er av álvara byrjaður at kvøða við Fótatraðk í Danmark, har hann eisini hevur verið formaður.
28-12-2023
Vertur er Elin Maria Olsen
15-12-2023
Marjun byrjaði at dansa føroyskan dans í Fótatraðk í Keypmannahavn, og var við til at stovna Tøkum Lætt, sum í dag er størsta dansifelagið í Føroyum.
13-12-2023
Fríðbjørg byrjaði at kvøða við dansifelagnum Grani á læraraskúlanum, og hevur fingið heiðursløn fyri sítt arbeiði í barnadansinum.
11-12-2023
Johann Mortensen leggur til rættis
26-12-2023