Sonja kvøður við Dansifelagnum Látrinum á Eiði, har tey í ár hava Dronning Dagmar á skrá.
Vit hoyra Dronning Dagmar við Dansifelagnum í Havn, Martin Tórgarð skipar; Frúgvin Margreta Norðurstreymoyar dansifelag kvøður, Sigmund í Hoyvík skipar; Ungdómsvísu við Sumbiar dansifelag, Johann Djurhuus skipar. Jóan Petur á Fløtti, Vestmanna, yrkti Ungdómsvísu, og Hammershaimb snøggaði hana.
Umframt hoyra vit styttri brot úr Dronning Dagmar við Mariu Eide og Wenzel Andreassen