Vit hoyra Tróndarkvæði, Streingirs vísu og Det er i nat en vågenat
Edith Vang er vaksin upp við dansi og kvøðing, tí bæði pápin, Jákup Andrias og mamman, Elin, duga væl at kvøða. Høgtíðskvøld varð dansað í húsunum hjá teimum, í Frammistovu, við Á í Kaldbak. Í 1990-árunum stovnaðu tey Dansiringin við Høgadalsá og dansurin var góður í fleiri vetrar, men tá fleiri ungir skiparar fóru av landinum at útbúgva seg, datt dansurin niðurfyri. Síðsta vetur tóku tey dansin uppaftur og nú í vetur verður dansað nøkur kvøld. Tvær av upptøkunum í sendingini, Tróndarkvæði og Det er i nat en vågenat, eru tiknar upp í Kaldbak. Elin og Jákup Andrias skipa Tróndarkvæði. Sonja Schneider skipar Det er i nat en Vågenat. Eysturoyingar kvøða Streingirs vísu. Josva Rasmussen skipar.