Dansival

Vit fara upp á gólv annað jólakvøld
26-12-2018
Vit hoyra kvæði úr mestsum øllum landinum - úr Sumba til Klaksvíkar

Dansifelagið í Havn kvøður Sigmundarkvæði eldra. Birgir Djurhuus skipar. Kringvarpið tók upp á Meiarínum í januar 2017. Teir tríggir tættirnir vórðu sendir í trimum sjónvarpssendingum í fjør. Nú eru tættirnir settir saman til eina heild. Nólsoyingar kvøða síðani Fruntatátt, sum Nólsoyar Páll yrkti, Erlendur Thomsen skipar. Poul Johannes Poulsen, Pól Johannes á Gaddinum, yrkti kvæðið um Gunnar á Líðarenda, sum Hargin Joensen skipar í Sumbiar Dansifelag. Jeg ser så mangt er orlogsskib er vísa, sum Eysturoyar Dansifelag kvøður, Sámal Petur Petersen í Funningi skipar. Álvur Kongur er kvæði, sum ikki ofta er at hoyra, og Kringvarpið hevur bara eina upptøku. Hon er við Leikum Fagurt á Sandi. Eyðun Mohr Viderøe skipaði vísuna í Skálavík í 1996. Jón Olsen skipar síðani vísuna Prinds Christian, sum Blicher yrkti, í Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans. Í einari upptøku við Jómsvíkingum í Vági skipar Kristoffer Joensen kvæðið Jómsvíkingar. At enda kvøða tey í Klaksvíkar Dansifelag Der går dans på Riber gade. Johan Petersen, Skard, skipar.

Dansival

Kvæðasending í útvarpinum.
Vertur er Elin Maria Olsen
29-11-2023
Vertur er Elin Maria Olsen
21-11-2023
Petur Olivar er føddur í føroyskum dansi og skipar Ormin langa á Vaglinum á ólavsøku.
15-11-2023
Hoyr sendingina her
08-11-2023
Petur Olivar er føddur í føroyskum dansi og skipar Ormin langa á Vaglinum á ólavsøku
01-11-2023
Dansival: á legu við Ung í dansi
25-10-2023
Vertur er Elin Maria Olsen
18-10-2023
Vit práta við Tummas Løkja, Leiv Jacobsen, Jónleif Johannesen og nakrar gentur í Klaksvík
22-02-2023
Vertur er Leon Johannesen
15-02-2023
Vertur er Leon Johannesen
08-02-2023
Jens hevur valt at hava tema um tættir.
02-02-2023
Jens hevur valt at hava tema um tættir.
31-01-2023