- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagur & Vika
Tíðindafundur
20-03-2020
Meira kunning um støðuna við koronasmittuni
Ein tíðindafundur verður aftrat í dag, har kunnað verður um støðuna við koronasmittuni í Føroyum. Á fundinum vera Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum. Tíðindafundurin verður klokkan 16, og hann verður sendur beinleiðis í Kringvarpinum, sjónvarpi og útvarpi.
Dagur og vika
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.