Dagur & Vika

Eysturoyartunnilin letur upp
19-12-2020

Eysturoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu á middegi í dag. Ein tíma frammanundan, klokkan 11, verður skipað fyri hátíðarhaldi fyri innboðin við rundkoyringina í tunlinum. Har verða hornblástur og røður hildnar. Millum røðararnar verða Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, Tróndur Patursson, listamaður, sum greiðir frá listaverkinum í rundkoyringini, og Bergur Poulsen, nevndarformaður í partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlar. Eyðun Eliasen fer at greiða frá arkitekturinum í sambandi við portalar og ljósseting, og Jens L. Thomsen fer at greiða frá ljóðmyndini, sum verður at hoyra í tunlinum. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og borgarstjórarnir í kommununum við Skálafjørðin, Tórbjørn Jacobsen, Artur Johansen og Johannes Danielsen fara eisini at halda røðu. Hátíðarhaldið verður sent bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Hátíðarhaldið við rundkoyringina endar við, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, slippir snórin og verður tann fyrsti at koyra í tunlinum, eftir at hann er tikin alment í nýtslu. Á middegi - klokkan 12 - letur Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Seinastu dagarnar eru ymsar royndir gjørdar í tunlinum, og tær hava eydnast væl. Tað verður ókeypis at koyra í tunlinum til nýggjárs. Eysturoyartunnilin knýtir Skálafjørðin og Havnina saman við einum undirsjóvartunli, ið tilsamans verður góðar 11 kilometrar langur. Tunnilin fer at stytta farleiðina millum Tórshavn og Runavik/Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum nú er 64 minuttir, verður stytt niður í 16 minuttir. Úr Tórshavn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir.

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.