- Eg hevði ikki væntað at gerast so gamal, tí tað liggur ikki til slagið, sigur Theodor Thomassen í Sørvági, sum í dag fylti 105 ár
Pápin doyði bert 48 ára gamal og ein pápabeiggi gjørdist bert 31 ára gamal. Tí hevði Theodor Thomassen í Sørvági ikki væntað, at hann gjørdist so gamal.
Theodor Thomassen er elsti maður nakrantíð í Føroyum, einasti maður eldri enn 100 ár í Føroyum í løtuni, og í danska kongaríkinum telist hann nú millum seks teir elstu menninar.
Kom við í føðingardag hjá Theodor Thomassen í Sørvági, sum í dag hevur hátíðarhildið sín føðingardag nummar 105.
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Hetta verður gjørt við temasendingum, har eitt evni verður viðgjørt frá ymiskum vinklum.
Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Harafturat er Kringvarp Føroya í tøttum samstarvi við hinar norðurlendsku public service-rásirnar, og kann tí veita tað nýggjasta úr øllum Norðanlondum.
Stjórnin handan Dag og viku leggur seg eftir at røkka einum breiðum málbólki, og snúgva innsløgini seg tí um evni bæði í tyngra og lættara endanum. Dagur og vika er tí alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.