Harutíðin er hálvrunnin, og skotnar eru 3.009 harur
Hampulig líkindi hava verið at skjóta harur í ár.
Loyvt er at skjóta haru í 50 dagar, frá 2. november til 31. desember. Nú veiðitíðin er hálvrunnin, hava 218 harutúrar verið, og skotnar eru tilsamans 3.009 harur. Tað er væl meira samanborið við í fjør, vísa tøl, sum Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, hevur savnað.
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Hetta verður gjørt við temasendingum, har eitt evni verður viðgjørt frá ymiskum vinklum.
Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Harafturat er Kringvarp Føroya í tøttum samstarvi við hinar norðurlendsku public service-rásirnar, og kann tí veita tað nýggjasta úr øllum Norðanlondum.
Stjórnin handan Dag og viku leggur seg eftir at røkka einum breiðum málbólki, og innsløgini snúgva seg tí um evni bæði í tyngra og lættara endanum. Dagur og vika er tí alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.