Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 11. februar 2023
11-02-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Annar sunnudagur fyri føstu - sunnudagur seksagesima
Fyrra tekstarøð
Lukas kap.8,4-15.


Sáðmaðurin
v4: Men tá ið stór mannamúgva var saman komin, og tey fóru út til hansara úr eini bygd fyri og aðrari eftir, segði hann við einum líknilsi: 
v5: «Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt; og í tí hann sáaði, fell sumt sáðið fram við veginum og varð niðurtraðkað, og himmalsins fuglar ótu tað upp. 
v6: Og sumt fell á hellubotn, og tá ið tað vaks, følnaði tað, av tí at tað fekk onga vætu. 
v7: Og sumt fell mitt niður millum tornir, og tornirnar vuksu upp við og køvdu tað. 
v8: Og sumt fell í góða jørð, og tað vaks upp og bar hundraðfaldan ávøkst. Tá ið hann hetta segði, rópaði hann: «Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!»

Liknilsistala
v9: Men lærusveinar hansara spurdu hann, hvat hetta líknilsi hevði at týða. 
v10: Men hann segði: «Tykkum er tað givið at kenna loyndarmál Guðs ríkis, men hinum í líknilsum, til tess at tey, tó at tey síggja, ikki mega síggja, og tó at tey hoyra, ikki mega fata.

Sáðmaðurin
v11: Men hetta hevur líknilsið at týða: Sáðið er Guðs orð. 
v12: Og tey fram við veginum eru tey, sum hoyra á; síðan kemur djevulin og tekur orðið úr hjarta teirra, til tess at tey ikki skulu trúgva og verða frelst. 
v13: Men tey á hellubotninum eru tey, sum taka við orðinum við gleði, tá ið tey hoyra tað; men hesi hava onga rót; tey trúgva eitt skifti; og á royndarstund falla tey frá. 
v14: Men tað, sum fell millum tornirnar, tað eru tey, sum hoyra og síðan verða køvd av lívsins sorgum og ríkidømi og njótingum og ikki bera búna frukt. 
v15: Men tað í teirri góðu jørðini, tað eru tey, sum tá ið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í einum vøkrum og góðum hjarta og bera frukt í tolni.

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur skrivar og lesur lesturin.
11-05-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-05-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024