- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Djevulin freistar Jesus.
Fyrsti sunnudagur í føstu
Fyrra tekstarøð.
Matteus kap. 4,1-11.
Djevulin freistar Jesus
v1: Tá varð Jesus av andanum førdur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av djevulinum.
v2: Og tá ið hann hevði fastað fjøruti dagar og fjøruti nætur, hungraði hann til endans.
v3: Og freistarin kom til hansara og segði við hann: «Um tú ert sonur Guðs, tá sig, at hesir steinarnir skulu verða breyð.»
v4: Men hann svaraði og segði: «Skrivað stendur: «Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni.»
v5: Tá tekur djevulin hann við sær inn í staðin halga og fer við honum upp á eitt torn í halgidóminum og sigur við hann:
v6: «Um tú ert sonur Guðs, tá stoyt teg sjálvan oman her, tí at skrivað stendur: «Einglum sínum man hann geva boð um teg, og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki meiðir fót tín á nøkrum steini.»
v7: Jesus segði við hann: «Uppaftur stendur skrivað: «Tú mást ikki freista Harran, Guð tín.»»
v8: Uppaftur tekur djevulin hann við sær niðan á eitt óføra høgt fjall og sýnir honum øll ríki heimsins og alla dýrd teirra og segði við hann:
v9: «Alt hetta vil eg geva tær, um tú vilt falla á knæ og tilbiðja meg.»
v10: Tá sigur Jesus við hann: «Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: «Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.»»
v11: Tá fór djevulin frá honum, og sí, einglarnir komu og tæntu honum.