Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 8. juli 2023
09-07-2023
Theodor E.D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Teksturin er til fimta sunnudag eftir trinitatis, eftir fyrru tekstarøð,  og hann skrivar Lukas evangelistur kap. 5,1-11.
Fiskaveiði Pæturs
v1: Men tað bar á, meðan mannamúgvan tyrptist um hann og lýddi á Guðs orð, og hann var staddur við Genesaret vatnið, 
v2: at hann sá tveir bátar liggja í fjøruni, men útróðrarmenninir vóru farnir burtur frá teimum og sótu og reinskaðu gørnini. 
v3: Og hann fór tá inn í annan bátin, sum Símun átti, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi; og hann settist tá niður og lærdi mannfjøldina úr bátinum. 
v4: Men tá ið hann var hildin uppat at tala, segði hann við Símun: «Legg út á dýpið, og setið gørn tykkara út eina setu!» 
v5: Og Símun svaraði og segði: «Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið; men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.» 
v6: Og tá ið teir hetta gjørdu, fingu teir eina stóra mongd av fiski í; men gørnini hjá teimum skrædnaðu. 
v7: Og teir veittraðu eftir lagsmonnum sínum á hinum bátinum at koma og hjálpa sær; og teir komu, og teir fyltu upp í báðar bátarnar, so at teir vóru søkkladnir. 
v8: Men tá ið Símun Pætur hetta sá, fell hann Jesusi til kníggja og segði: «Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!» 
v9: Tí at ræðsla var komin á hann og á allar teir, sum við honum vóru, av hesi fiskaveiði, sum teir høvdu fingið; 
v10: og somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Sebedeusar, sum vóru lagsmenn Símunar. Og Jesus segði við Símun: «Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn!» 
v11: Og teir drógu bátarnar upp á land og fóru frá øllum og fylgdu honum.

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur skrivar og lesur lesturin.
11-05-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-05-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024