Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 22. juli 2023
22-07-2023
Theodor E. D.Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin

Hetta heilaga evangeliið, eftir fyrru tekstarøð til sjeynda sunnudag eftir tríeindardag, skrivar Markus evangelistur kap. 8,1-9.
Jesus mettar 4000
v1: Um hetta leitið, tá ið aftur stór mannamúgva var saman komin, og tey einki høvdu at eta, rópar hann lærusveinarnar til sín og sigur við teir: 
v2: «Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. 
v3: Og lati eg tey fara fastandi avstað heim til sín, tá munnu tey fáa maktarloysi á veginum, og summi av teimum eru komin langan veg.» 
v4: Og lærusveinar hansara svaraðu honum: «Hvaðani skal nakar her í oyðimørk kunna metta hesi við breyði?» 
v5: Og hann spurdi teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey.» 
v6: Og hann býður mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; og hann tók tey sjey breyðini, takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinum sínum tey, at teir skuldu bera tey um; og teir bóru tey um í mannamúgvuni. 
v7: Og teir høvdu nakrar fáar smáfiskar, og hann vælsignaði teir og segði, at teir eisini skuldu verða bornir um. 
v8: Og tey fingu sær at eta og vórðu mett; og teir hentaðu upp í sjey tægur av molum, ið vóru til avlops. 
v9: Men tey vóru okkurt um fýra túsund. Og hann læt tey fara avstað.

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024