Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 2. september 2023
02-09-2023
Theodor E. D: Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Hetta heilaga evangeliið til trettanda sunnudag eftir tríeindardag, eftir fyrru tekstarøð, skrivar Lukas evangelistur kap 10,23-37


v23: Og hann vendi sær til lærusveinar sínar einsæris og segði við teir: «Sæl eru tey eygu, sum síggja tað, ið tit síggja! 
v24: Tí at eg sigi tykkum, at mangir profetar og kongar vildu fegnir síggja tað, sum tit síggja, og fingu tað ikki at síggja, og hoyra tað, sum tit hoyra, og fingu tað ikki at hoyra.»

Hin miskunnsami Sámáriubúgvin
v25: Og sí, ein lógkønur steig upp og freistaði hann og segði: «Meistari, hvat eigi eg at gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?» 
v26: Men hann segði við hann: «Hvat stendur skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?» 
v27: Men hann svaraði og segði: «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.» 
v28: Og hann segði við hann: «Beint svaraði tú; ger tú hetta og tú manst liva.» 
v29: Men hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði við Jesus: «Og hvør er tá næsti mín?» 
v30: Jesus tók aftur til orða og segði: «Ein maður ferðaðist frá Jerúsalem oman til Jeriko, og hann fell í ránsmannahendur. Teir bæði nøktaðu hann og slógu hann, og fóru so avstað og lótu hann liggja eftir hálvdeyðan. 
v31: Men nú vildi so til, at ein prestur kom ferðandi sama vegin; hann sá hann, men gekk fram um hann. 
v32: Somuleiðis eisini ein Levitur; hann kom til sama staðin og sá hann, men gekk fram um hann. 
v33: Men ein Sámáriubúgvi, sum var á ferð, hitti við hann, og tá ið hann sá hann, tókti honum hjartaliga synd í honum; 
v34: og hann fór til hansara og bant um sár hansara og læt olju og vín í, og hann lyfti honum upp á sítt egna djór og flutti hann til eitt gistihús og røktaði hann. 
v35: Og dagin eftir tók hann upp tveir denarar og fekk vertinum og segði: «Røkta hann nú, og tað, sum tú leggur út aftrat, skal eg samsýna tær, tá ið eg komi aftur.» 
v36: Hvør av hesum trimum tykist tær er vorðin næsti hansara, sum fallin var í ránsmannahendur?» 
v37: Men hann segði: «Tann, sum gjørdi miskunnarverk ímóti honum.» Og Jesus segði við hann: «Far tú og ger so við!»

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024