Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 21. oktober 2023
26-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Hetta heilaga evangeliið til tjúgunda sunnudag eftir tríeindardag, eftir fyrru tekstarøð, skrivar :
Matteus evangelistur kap. 22,1-14.
Líknilsi: Brúdleyp hjá kongssyni


v1: Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum og segði: 
v2: «Himmiríkið er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum. 
v3: Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma. 
v4: Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði: Sigið teimum bodnu: «Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!» 
v5: Men tey løgdu einki í tað, men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín; 
v6: og hini tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir.
v7: Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra. 
v8: Tínæst sigur hann við sveinar sínar: «Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd. 
v9: Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.» 
v10: Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum. 
v11: Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði. 
v12: Og hann sigur við hann: «Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?» Men hann tagdi. 
v13: Tá segði kongurin við sveinarnar: «Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl! 
v14: Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld.»

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-01-2024
Marjun í Kálvalið, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-12-2023
Marjún í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
23-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin. Fyrsti sunnudagur í advent.
02-12-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-11-2023
Theodo E. D: Olsem, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D: Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D:Olsen. prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-11-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
28-10-2023