Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 18. november 2023
11-11-2023
Theodo E. D: Olsem, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Matteus kap. 9,18-26.
Dóttir Jairi og konan við blóðsótt

v18: Meðan hann talaði hetta til teirra, sí, tá kom ein forstøðumaður og fell niður fyri honum og segði: «Dóttir mín er beint nú deyð; men kom og legg hond tína á hana, so livnar hon upp aftur.» 
v19: Og Jesus reisti seg upp og fór við honum og lærusveinar hansara. 
v20: Og sí, ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, kom til hansara aftanífrá og nam við faldin á kappa hansara. 
v21: Tí at hon hugsaði við sær sjálvari: «Fái eg eina nomið við kappa hansara, so verði eg frísk.» 
v22: Men hann vendi sær á, og tá ið hann sá hana, segði hann: «Hav tú gott treysti, dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg.» Og konan varð frísk frá teirri somu stund. 
v23: Og tá ið Jesus kom inn í húsini hjá forstøðumanninum og sá har spælimenninar og eina mongd av fólki, ið grótu og illa lótu, segði hann: 
v24: «Farið tykkara veg, tí at gentan er ikki deyð, men hon svevur!» Og tey læðu at honum. 
v25: Men tá ið fólkamongdin var koyrd út, fór hann innar og tók í hondina á henni, og gentan reisti seg upp. 
v26: Og hesi tíðindi komu út um alt landið har um vegir.

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024