- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Luk.1,67-80.
Onnur tekstarøð.
Lovsongur Sakariasar
v67: Og Sakarias, faðir hansara, varð fyltur av heilagum anda, og hann profeteraði og mælti:
v68: «Lovaður veri Harrin, Guð Ísraels, tí at vitjað hevur hann fólk sítt, og loyst hevur hann tað út;
v69: og reist hevur hann okkum eitt frelsunnar horn í húsi Dávids, tænara síns;
v70: soleiðis sum hann av fyrndartíð hevur talað við munni hinna heilagu profeta sína:
v71: Frelsu frá fíggindum várum og frá hondum alra teirra, sum okkum hata;
v72: til tess at inna miskunn móti fedrum várum og minnast hin heilaga sáttmála sín,
v73: eiðin tann, sum hann svór Ábrahami, faðir várum, at hann vildi veita okkum,
v74: at vit, bjargað úr hondum fígginda vára,
v75: óttaleys máttu tæna honum í heilagskapi og rættvísi fyri ásjón hans allar dagar várar.
v76: Og tú við, lítla barnið, skalt verða nevndur profetur hins hægsta; tí at tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans, at búgva út vegir hans,
v77: at geva fólki hans kunnugleika um frelsu í fyrigeving synda teirra,
v78: fyri Guðs várs mildu miskunnar sakir, sum sólarris av høgum himni hevur vitjað okkum við,
v79: at lýsa fyri teimum, sum sita í myrkri og skugga deyðans, at beina fótum várum inn á friðarleið.»
v80: Men barnið vaks og varð sterkt í andanum; og hann var í oyðimørkunum til tann dagin, tá ið hann steig fram fyri Ísrael.