- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
4. Sunnudagur í advent
Onnur tekstarøð
Jóh. 3,25-36.
v25: Tá kom upp trætumál millum lærusveina Jóhannesar og Jøda um reinsan.
v26: Og teir komu til Jóhannesar og søgdu við hann: «Rabbi, tann sum var hjá tær hinumegin Jórdan, hann sum tú vitnaði um, sí, hann doypir, og allir koma til hansara.»
v27: Jóhannes svaraði og segði: «Maður kann als einki taka, uttan tað verður honum givið av himlinum.
v28: Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: Eg eri ikki Kristus, men: Eg eri sendur undan honum.
v29: Tann, sum hevur brúðrina, er brúðgómur; men vinur brúðgómsins, sum stendur hjá honum og lýðir á hann, gleðist inniliga um rødd brúðgómsins. Henda gleðin mín er nú vorðin fullkomin.
v30: Hann eigur at vaksa, men eg at minka.
v31: Tann, sum kemur omanfrá, er yvir øllum; tann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; tann, sum kemur av himni, er yvir øllum;
v32: og tað, sum hann hevur sæð og hoyrt, tað vitnar hann, og eingin tekur ímót vitnisburði hansara.
v33: Tann, sum hevur tikið ímót vitnisburði hansara, hevur staðfest, at Guð er sannorðaður.
v34: Tí at tann, sum Guð sendi út, talar Guðs orð; tí at hann gevur ikki andan eftir máli.
v35: Faðirin elskar sonin og hevur givið honum allar lutir upp í hendur.
v36: Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.»