Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar
27-10-2026
Kobbalátur, stuttfilmar í Vágs kommunu

Hvat hava oljumilliardingurin John Rockefeller og gandurin hjá Guttormuri í Múla til felags? Jú, báðir hava ein leiklut í søgum úr Dali.

Í Dali eru nógvar søgur og sagnir, sum hava gingið frá ættarliði til ættarlið. Nú fáa fólk høvi at hoyra nakrar av teimum á einum serligum túri í bygdini, har frásøgnin fer fram í gomlum, søguligum húsum.

Men hví er tað týdningarmikið at halda fast í hesum gamla frásøgusiðinum, og hvat kunnu søgurnar siga okkum um lívið í Dali fyrr í tíðini?

Vit tosa við Sólvit Nolsø um, sum eisini gevur okkum ein brellbita av einari av søgunum.

---

Og so fara vit til Vágs, tí Vágs kommuna ger nú ein eyka innsats fyri at skapa áhuga og at fáa fleiri ung fólk í kommununa. Og tað verður gjørt við stuttfilmum, sum m.a. eru at finna á heimasíðuni hjá kommununi.

Gestir:

Sólvit Nolsøe

Bjarni Johansen

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kobbalátur, stuttfilmar í Vágs kommunu
27-10-2026
Altjóða bamsudagur, veðrið
27-10-2026
Bróstkrabbi - grein og bók, og mentanarvirðisløn landsins
26-10-2026
Nýggj forkvinna í etiska ráðnum, spurnarkapping
23-10-2026
Mentanarvirðislønir landsins, veðrið
23-10-2026
Matvitin, Lokkarin í nýggjum klæðum
22-10-2026
Prát og veðrið
22-10-2026
SíggjaSunn, starvsfólk á Herberginum
21-10-2026
Prát og veðrið
21-10-2026
Koyr saman í ítrótti og altjóða badmintonkapping í Føroyum
20-10-2026