- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í morgin er tað tíggju ár síðani samstarvið 'SSP' byrjaði. Í tí sambandi skipa tey fyri einum kveikingardegi á Hotel Føroyum, har tey fagna felagsskapinum, liva og læra um hvønn týdning tað hevur at øll børn og ung sleppa í part.
- Samanborið við onnur lond, so skikkar føroyski ungdómurin seg væl. Hetta sigur Jógvan Kallsgarð Joensen, brotsfrøðingur, sum hevur gjørt eina kanning um føroyskan ungdóm og kriminalitet. Jógvan fer at halda ein fyrilestur um kriminalitet og støðuna hjá teimum ungu.
- Tey týdningarmestu, tá man tosar um fyribyrging, tað eru ikki tey ungu - tað eru foreldrini. Tað eru foreldrini, sum vit skulu hjúkla um, og vísa á týdningin hjá teimum, fyri at børn og ung trívast. Soleiðis sigur Óli Rubeksen, SSP ráðgevi.
Kveikingardagurin verður á Hotel Føroyum 8. nov. frá kl. 9-16.
Skráin sæst her