- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað var onkur, sum skrivaði til mín á Instagram og spurdi, um eg hevði hoyrt sangin hjá Forrest Fires, sigur Hans Marius Ziska.
- Eg bleiv eitt lítið sindur sjokeraður, tá eg hoyrdi sangin, viðgongur hann.
Sangurin hjá Forrest Fires minnir ógvuliga nógv um Going Home, sum Hans Marius Ziska og Allan Tausen gjørdu saman í 2012.
Árið eftir spældu teir sangin á eini stórari kanadiskari útvarpsrás.
Og tað er júst tann útgávan, ið hoyrist serliga væl aftur í útgávuni hjá Forrest Fires, sum er frá 2016.
Hans Marius Ziska sigur, at hann ikki ætlar at gera so nógv burtur úr hesum. Hann fer tó at boða Koda frá.
Á onkran hátt er tað eitt kompliment, at hesin maðurin velur at kopiera mín sang, men sjálvandi er hetta ikki í lagi.
Um øll gjørdu hetta, hvar endaðu vit so, hugleiðir føroyski tónleikarin.