Góðan morgun Føroyar

Jonathan bergtók føroyingar
19-11-2019
Við síni vitan um grøna orku bergtók 10 ára gamli Jonathan Mellemgaard føroyingar í Degi og viku. Tað hevði ikki hent í Danmark, sigur hann

Jonathan Mellemgaard er 10 ár og veit rættiliga nógv um grøna orku.

Við hesi vitan bergtók hann ein stóran part av føroyingum í einum innslagi í Degi&viku síðsta fríggjakvøld og bleiv landskendur eftir bert fýra minuttum.

- Tað er bara stuttligt, men tað var ikki hent, um tað var í Danmark, sigur drongurin, sum býr í Måløv í Ballerup kommunu.

Fríggjadagin var Jonathan til opið hús á Glasi í sambandi við, at næmingarnir høvdu havt evnisviku undir heitinum Føroyar og framtíðin, og í innslagnum greiddi hann frá grønari upphiting.

3/8 føroyingur
Jonathan Mellemgaard er og ferðast hjá mammubeiggja sínum, Henrik Mellemgaard, og konuni, Onnu Sofíu Mellemgaard, sum búgva í Havn.

Abbi Jonathan eitur Dánial Mellemgaard og er úr Svínoy.

Á ungum árum fór hann til Danmarkar at lesa til lærara. Har hitti hann Inger, sum hann giftist og fekk børn við.

Inger er uppvaksin á Amager við føroyskum pápa, Olav Jacobsen, eisini úr Svínoy.

- Jeg er 3/8 dels færing, sigur Jonathan Mellemgaard.

Og so kann eisini nevnast, at eitt av systkinabørnum mammu Jonathan er fótbóltsspælarin, Alex Mellemgaard.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024