Góðan morgun Føroyar

Lærarayrkið er sera víðfevnt
19-11-2019
Amalia Poulsen, Eyðbjartur Skaalum og Hans Jón Thomsen hugleiða um skúlan og lærarayrkið

Hvussu var at vera lærari fyrr? Hvussu er at vera lærari í dag? Og hvørjar eru mongu uppgávurnar, sum ein lærari skal røkja.

Hesir vóru summir av spurningunum, sum tey trý, Amalia Poulsen, Eyðbjartur Skaalum og Hans Jón Thomsen, tosaðu um.

Amalia fekk útbúgving sum lærari í 1969 og starvaðist sum lærari í Tórshavnar Kommunuskúla heilt fram til 2011. Hon hevur tí uppliva nógvar av teimum broytingunum, sum lærarayrkið hevur verið ígjøgnum.

- Vit høvdu ongu virksemisætlan, men vit høvdu so sanniliga bæði lærarafundir, foreldrafundir, næmingaveitslur, útferðir við næmingum o.m. annað, sum tók nógva tíð hjá tí einstaka læraranum.Tað var bara ein sjálvfylgja og hoyrdi við til starvið, sigur Amalia.

Eyðbjartur Skaalum fekk í 2017 læraraútbúgving og starvast í skúlanum á Argjahamri. Hann greiðir soleiðis frá:

- At vera lærari er spennandi, tí tú ert við til at mynda og forma komandi ættarliðið, sum er í fólkaskúlanum beint nú. Tó verða tað í dag sett ógvuliga nógv krøv til læraran, sum ein ikki var heilt ílatin til frá læraraskúlanum.

Hans Jón Thomsen er skúlastjóri í Hoyvíkar skúla:

- Skúlin í dag er vorðin ein betri skúli í mun til hvat hann var fyrr. Í dag er ein partur tann fakligi, men nú eru fleiri ting, sum fylla í lærarayrkinum. Tú skalt síggja næmingin sum eitt heilt menniskja, tú skalt arbeiða við tí sosiala, tú skalt arbeiða við trivnaði og tú skalt fylgja neyvt við næminginum. Soleiðis sigur Hans Jón, sum eisini heldur, at at tímatalið hjá lærarum kundi verið meira regulerað. Umframt at undirvísa 26-28 tímar um vikuna, so skal lærarin røkja so nógvar aðrar ymiskar uppgávur, sum fara við nógvari tíð.

Øll trý eru tó samd um, at skúlin er á rættari leið, og at vit hava ein góðan fólkaskúla.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024