- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
ADHD-felagið fingið 50.000 kr. í adventsgávu
20-12-2019
Talan er um adventsgávurnar, sum Betri Stuðulsgrunnurin letur til vælgerandi endamál
Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum sigur, at hetta er ein stór peningaupphædd, ið munar sera væl hjá einum lítlum felagið, við stórum ætlanum og týdningarmiklum tøkum at taka fyri øllum við ADHD og familjum teirra í Føroyum.
Adventsgávan ger tað eisini gjørligt fyri felagið, at fara í gongd við sjálvhjálparbólkar longu fyrst í nýggja árinum og at leiga hølið í MEGD húsinum á Íslandsvegnum, ið verður karmur um nevndararbeiði, limafundir, sjálvhjálparbólkar og annað felagsarbeiðið. Sostatt tryggjar adventsgávan at virksemið í ADHD-felagnum verður lyft upp á eitt tryggari, betri og hægri støði í framtíðini.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024