Góðan morgun Føroyar

Hví summar kvinnur tekkjast brotsmonnum
16-01-2020
Fleiri dømir eru um, at kvinnur vilja giftast við monnum, sum hava framt ræðuligar gerðir

Danin, Peter Madsen, sum er dømdur lívs-langa fonsulsrevsing fyri at hava dripið og skorið sundur svenska journalistin, Kim Wall, umborð á kavbáti sínum í august í 2018, er nú vorðin giftur við ungari kvinnu.

Hetta er ikki nakað ókent fyribrigdi. Tað eru nógvir brotsmenn gjøgnum tíðina, ið eru vorðnir væl umtóktir millum kvinnur. Millum annað hevur drápsmaðurin, Peter Lundin, verið giftur við føroyskari kvinnu.

Føroyska kvinnan greiðir frá, at í byrjanini var tað næstan sama kensla, sum tá man sær eina poppstjørnu. Eisini dugdi Peter Lundin væl við orðum, sum fekk hana at kenna seg væl.

Morgunsendingin hevði vitjan av Erling Fles, sálarfrøðingi, sum greiddi frá, hví summar kvinnur tekkjast brotsmonnum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024