- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Síðst í 1980unum og fyrst í 1990unum fekk bólkurin, Skid Row, fleirfaldað platin fyri sjálvnevndu útgávuna og plátuna Slave To the Grind.
Ein av upprunalimunum er Dave Sabo.
Hann sigur við morgunsendingina, at tíðin, tá bólkurin fekk sítt stóra frambrot, var nakað heilt serstakt.
Blaðungu menninir vóru á konsertferð kring allan heim í 17 mánaðir.
Tá lærdu vit, at tónleikur er besta samskiftisamboðið. Fólk, sum ikki dugdu enskt, dugdu kortini allar sangirnar.
Onkrar broytingar hava verið í manningini síðani, men Skid Row spælir framvegis.
Á palli leggja vit okkum eftir, at fólk aftaná skulu siga, at hatta var ein tann besta konsertin eg havi upplivað.
Vit geva alt hvørja ferð, sigur gittaristurin, Dave Sabo, úr New York.