Góðan morgun Føroyar

Hava funnið beinagrind og forngrip undir Kirkjubø
01-04-2020
Arbeiðsmenn hava í nátt funnið eitt helli, tá teir sprongdu til Sandoyartunnilin

Í nátt varð sprongt undir Kirkjubø í sambandi við, at ein pumpubrunnur skal gerast til Sandoyartunnilin.

Eftir eina spronging varnaðust nakrir arbeiðsmenn, at eitt stórt hol var at finna aftanfyri. Tað vísti seg at vera eitt stórt helli.

Teir, sum komu fyrst á staðið, sóu, at ein beinagrind var at hóma. Eisini glitraði ymiskt ímillum grótið, sum bendir á at forngripur liggur jarðaður undir Kirkjubø. 

Myndugleikarnir hava fingið boð, og teir fara nú at kanna nærri, hvat tað er, sum nú er komið undan kavi í Kirkjubø.

Vit hava fingið eina mynd, sum vísir, at myntir eru at hóma í hellinum.

Morgunsendingin prátaði við Kristian Stórhamar, anleggsleiðara.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024