Góðan morgun Føroyar

Beinagrind hjá Mariu moy sigst liggja í múrinum
23-06-2020
Gullskápið í Kirkubømúrinum goymir bæði beinagrindsleivdir av Mariu moy og petti av krossinum, har Jesus hekk á Golgata.

Kirkjubøur er eitt Slaraffenland fyri fornfrøðingar og søguáhugað annars.

Eitt nú stendur gullskápið á ytra eystara veggi á Kirkjubømúrinum. Framsíðan er ein fitisteintalva, ið er prýdd við mynd av Kristi á krossinum undir trimum bogum.

Á skápinum stendur á latínskum:

"Hetta er bústaður hjá hesum halgu gripum: Av krossi Harrans, av offurlambinnum, sí her hina halgu Mariu moy... bein av hinum sæla pínslavátti Magnusi... úr grøv Tollaks halga."

Um tað passar, er ivasamt.

Og tó.

Í skápinum, sum tvær ferðir er latið upp, hava tey funnið leivdir av bæði beinagrind og av viði. Lutirnir eru tó ongantíð kannaðir nærri ella tíðarfestir.

Hetta er ein av søgunum, sum Símun Arge, fornfrøðingur, fer at greiða frá, tá Tjóðsavnið skipar fyri summartúrum í Kirkjubø. 

Fyrsti túrurin verður hósdagin klokkan 13. Til ber at melda seg til túrin á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum.

Á myndini sæst Símun Arge, fornfrøðingur, saman við ein av danska konservatorinum Hans við Líkhús í Kirkjubø.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024