Góðan morgun Føroyar

Barnsburður: Pína við einum góðum endamáli
25-06-2020
Turið Hermansdóttir hevur skrivað ritgerð um, hvussu føroyskar kvinnur tosa um pínu undir barnsburði

Hvussu tosa føroyskar kvinnur um pínu undir barnsburði? Ber til at tosa um positiva og negativa pínu? Hesir eru summir av spurningunum, sum vaktu áhugan hjá Turið Hermansdóttir, tá hon fór undir at kanna, hvussu føroyskar kvinnur uppliva barnsburðin við atliti at pínu.

Í ritgerðini byrjar Turið við við eini hugleiðing um eina hypotesu, sum verður nevnd tann burðarfrøðiliga (obstetriska) tvístøðan. Tvístøðan ímillum at menniskju hava eitt lutfalsliga stórt høvd og samstundis skulu ganga á bakbeinunum (bipedalism), sum krevur eina smala koku. - Ein smøl koka til eitt stórt høvd hóskar ikki væl saman, og hetta sigst at hava pínu og tvørleikar við sær.

Onnur finnast at hesari hypotesuni og vísa á, at pína og ótti koma av eini øktari heilivágsviðgerð av barnsburðinum. At tá 'ræðið' (eisini kallað autoritativ vitan) verður tikið frá føðandi kvinnuni, og hon fær viðgerð sum sjúk, verður ótti skaptur, sum elvir til eina negativa pínuuppfatan og tvørleikar.

Í tjúgundu øld fór sjúkrahúsverkið undir at geva barnakonum meiri heilivág fyri ymiskar tvørleikar, meðan tær gingu við barn. Barnakonur skuldu eiga á sjúkrahúsi, og í summum londum vóru barnsburðarnir ikki longur í hondunum á kvinnuni og ljósmóðurini, men á føðilæknum og sjúkrarøktarfrøðingum.

Summir granskarar vilja vera við at fatanin av pínu kann vera mentanarliga tengd - og tað var júst tað, sum vakti áhugan hjá Turið fyri at kanna, hvussu føroyskar kvinnur tosa um pínu undir barnsburði.

Turið kom millum annað fram til, at kvinnurnar, ið áttu í 70'unum, tosaðu um 'negativa' pínu og ótta, og at tær høvdu minni ræði á egnum kroppi. Hetta samsvarar við, at barnsburðar verða fluttir inn á sjúkrahúsið hetta tíðarskeiðið. Kvinnurnar kendu seg viðfarnar, sum vóru tær sjúkar.

Kvinnurnar, ið áttu frá ár 2000 og uppeftir, kendu seg meira nøgdar við heilsustarvsfólk og teirra egna leiklut í barnsburðinum. Ávirkanin var, at kvinnan merkti, at hon hevði størri ræði á føðingini, kendi minni ótta og tískil eisini 'góðtók' pínuna betur.

Turið Hermansdóttir vitjaði morgunsendingina og greiddi frá um evnið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024