- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ein morgun, tá Birita Olsen gjørdi heimaarbeiði, var samrøða í God morgen Danmark við kvinnu, sum læt øðrum kvinnum egg. Hetta kveikti áhugan hjá Biritu H. Olsen.
Hon setti seg í samband við eina klinikk, og ein mánað seinni doneraði hon egg fyrstu ferð.
Um eg var í støðuni, at eg ikki kundi fáa børn, hevði eg verið glað, um eg kundi fingið egg frá aðrari kvinnu, sigur 25 ára gamla føroyska kvinnan.
Hon býr á Oyrasundi saman við unnusta og soni.
Nógv spyrja, hvussu eg havi tað við at lata mínar ílegur víðari. Eg havi tó ikki nakað kensluligt samband við eggið, leggur hon aftrat.
Hon veit, at tað er ein møguleiki, at barnið seinni í lívinum fer at vilja síggja, hvaðani eggið stavar.
Tað skal barnið vera vælkomið til, sigur Birita H. Olsen, sum tó leggur aftrat, at hon ikki vil hava nakað kensluligt samband við mammu og barn.
Tey liva sítt lív, og vit liva okkara lív.