Góðan morgun Føroyar

Føroyavinir gera føroyskar plakatir
28-09-2020
- Fólk skulu fáa somu kenslu, sum vit fáa, tá vit eru í føroysku náttúruni, siga Jobbe og Hans Pilgaard.

Múlafossur, Tinganes, Norðradalur og Tjørnuvík.

Hetta eru nøkur av støðunum, sum teir báðir Føroyavinirnir, Jobbe og Hans Pilgaard, hava valt at avmynda og selja sum plakatir við stuttum teksti á.

Teir ferðast javnan í Føroyum, og serliga Jobbe Pilgaard dámar væl at taka myndir, tá teir eru úti í føroysku náttúruni.

- Tað byrjaði við, at Hans skrivaði ein stuttan tekst til myndirnar, og so gjørdu vit eina roynd við at gera tað til plakatir. Okkum dámdi tað væl, og eisini vinfólkunum dámdi tað, so tí hugsaðu vit at gera plakatir, sum fólk kunnu ogna sær, fortelur Jobbe Pilgaard.

Í morgunsendingini greiddu Jobbe og Hans Pilgaard frá hugskotinum at gera plakatir við myndum úr Føroyum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024