Góðan morgun Føroyar

Nýtt føroyskt blað til menn
05-11-2020
Maður er eitt nýtt føroyskt blað, sum redaktiónin á Kvinnu stendur aftanfyri

Í fororðinum í blaðnum stendur at lesa:

"Í 16 ár hava vit gjørt bløð til kvinnur, so roynd­ir­nar hava vit, og hugskotini mangla ikki. Og hóast tey serkønu í núverandi óvissu sam­felagsstøðu, sum hevur kostað bløðum og miðlum kring allan heim dýrt, allarhelst høvdu frámælt øllum at farið undir ein nýggja blað­útgávu, so hevur drívmegin um at menna, skapa nýtt og avbjóðandi miðla­tilfar verið við til at gera okkara fyrsta magasin til menn til veruleika.

Vit hava kallað vælskrivandi menn til arbeiðis, og saman við okkum hava teir skrivað 120 síður um vísind, mat, familjulív, mentan, fótbólt, bilar, politikk, bygging og nógv, nógv annað.

Vit vóna, at Maður fer at verða undirhaldandi lesn­aður, geva tær íblástur, vekja eitt kjak og geva tær eitt smíl við á vegnum. Góðan lesihug!"

Blaðstjórin, Tóra Effersøe Mortensen, vitjaði morgunsendingina og greiddi frá um nýggja blaðið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024