Góðan morgun Føroyar

Tað skal vera stuttligt at gera fimleik
18-11-2020
Fimleikafelagið Ljósið varpar ljós á sálarheilsu

Fimleikafelagið Ljósið hevur skipað fyri eini verkstovu fyri venjarar á kappingarliðunum undir heitinum Fimleikur og sálarheilsa.

Nevndin í Ljósinum hevur sett sær sum aðalmál, at tað fyrst og fremst skal vera stuttligt at gera fimleik. Harnæst skal fimleikurin viðvirka til góða kropsliga heilsu og góð úrslit.

Tað er í lagi at seta sær stór mál og at vilja vinna. Men málið um at vinna eigur ongantíð at skugga fyri huginum til ítróttin. Tí skipaði nevndin fyri eini verkstovu um sálarheilsu, har sálarfrøðingurin Annika Helgadóttir Davidsen, vísti á, hvussu venjararnir á kappingarliðunum hjá felagnum kunnu fyribyrgja, at íðkararnir koma undir ov stórt sálarligt trýst.

Tað er ein sannroynd at fleiri ítróttafólk, kanska serliga ungar gentur, fáa sálarligar avbjóðingar av at vera undir stórum trýsti. Á einum fimleikaliði er ikki óvanligt, at ein, umframt at vilja avrika sítt besta, eisini kennir eitt ávíst trýst í mun til vekt og útsjónd. Hetta trýstið kemur afturat skúla, karakterum og øllum hinum, sum tey ungu skulu liva upp til í dagsins samfelag.

Nevndin heldur, at minni trýst ikki merkir tað sama sum verri úrslit. Kanska heldur øvut. Kenna allir fimleikararnir seg væl, veksur hugurin til fimleikin, og harvið verða avrikini helst eisini betri.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024