Góðan morgun Føroyar

Brúkar fosturtøku sum íblástur til list
26-11-2020
Man kann gera list burtur úr øllum. Eisini fosturtøku, sigur Helga Djurhuus

Ein installasjón, har tú sært søgurnar hjá føroyskum kvinnum, sum á ymsan hátt hava upplivað fosturtøku.

Tað er hugsanin hjá Helgu Djurhuus, sum er júst er farin undir eina heldur øðrvísi verkætlan. Ein verkætlan har fosturtøka verður brúkt sum íblástur til list.

Helga Djurhuus lesur grafiskt design á Kongalig Akademinum í Keypmannahavn. Í sambandi við endaligu uppgávuna á skúlanum ætlar Helga Djurhuus at gera eina listarliga verkætlan um fosturtøku, og tí leitar hon eftir upplivingum hjá kvinnum, sum hava upplivingar við fosturtøku.

Mann kann gera list burtur úr øllum. Fyri meg eru tað serliga evni, sum hava við stigmatisering og tabuisering at gera, ið eg haldi eru áhugaverd at arbeiða við, sigur Helga Djurhuus, sum eitt nú hevur gjørt eina ritgerð, har hon visualiseraði sálarsjúkuna bipolar. Eisini hevur hon nýliga gjørt eina plakat fyri Kvinnuhúsið.

Enn er ikki heilt greitt, hvat hendan verkætlanin endar við, men Helga Djurhuus hevur okkurt í tonkunum:

Eg hugsi at gera eina framsýning, til dømis okkurt slag av installasjón, har mann kann uppliva søgurnar frá føroyskum kvinnum, sigur Helga Djurhuus.

Í morgunsendingini greiddi hon frá verkætlanini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Summarskrá, veðrið, súkkling í fjøllum, kapping, EM í fótbólti, taraaling
14-06-2024
Veðrið, Edvard Fuglø, Dýpið, botnfiskur
13-06-2024
Veðrið, bók um deyða í barsilssong, nýggjur prestur innsetast, venjing tá tú gerst eldri
12-06-2024
Veðrið, MAPA, Trygvason, MEA
11-06-2024
Hoy alla sendingina
10-06-2024
Sissal Jo, veðrið, kapping, nektarmyndir, Aggrasoppar
07-06-2024
Veðrið, KÍ-perlan, Petra Djurhuus, Koltursætlanin
06-06-2024
Veðrið, Filmshúsið, ung og royndir, gartnarin
05-06-2024
Veðrið, breiddarpuljan hjá ÍSF, tinnitus og ljóðviðkvæmi, rotta og rusk
04-06-2024
Veðrið, bók um brodering, kapping, norðoyastevna
31-05-2024
Ráðstevna, veðrið, Marius DC, turbulens, søgufrøði
30-05-2024
Veðrið, skipabygging, støðuroynd á 3. stigi, nýggi leiðarin á listasavninum á Sandi
29-05-2024