Góðan morgun Føroyar

Stórur áhugi fyri føroyskum báti
11-12-2020
Báturin, sum er úr plasti, gongur heili 60 míl.

Í mars í ár stovnaðu Rúni Lobo Festirstein og Benjamin David Holloway bátasmiðjuna, Brim Boats.

Skjót er arbeitt, tí longu nú hava teir gjørt eina prototypu, ella eitt frumsnið, av einum skjótgangandi báti. 

Í fleiri mánaðir hava teir báðir arbeitt frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi.

Fyrst tað vanliga lønandi arbeiðið, og seinni hava teir verið í smiðjuni og bygt bátin.

Hetta hevur verið strævið, men eisini spennandi. Ikki minst nú tað sær út til, at hetta kann blíva okkara livibreyð, siga teir.

Áhugin fyri bátinum er ógvuliga stórur. Bæði í Føroyum og uttanlands.

Ein maður í Sameindu Arabisku Emiratunum skrivar til okkum í heilum, men hetta verður tó tikið við fyrivarni, siga teir smílandi.

Tú kanst fylgja Brimboats á Instagram á hesum leinki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024