- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í mars í ár stovnaðu Rúni Lobo Festirstein og Benjamin David Holloway bátasmiðjuna, Brim Boats.
Skjót er arbeitt, tí longu nú hava teir gjørt eina prototypu, ella eitt frumsnið, av einum skjótgangandi báti.
Í fleiri mánaðir hava teir báðir arbeitt frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi.
Fyrst tað vanliga lønandi arbeiðið, og seinni hava teir verið í smiðjuni og bygt bátin.
Hetta hevur verið strævið, men eisini spennandi. Ikki minst nú tað sær út til, at hetta kann blíva okkara livibreyð, siga teir.
Áhugin fyri bátinum er ógvuliga stórur. Bæði í Føroyum og uttanlands.
Ein maður í Sameindu Arabisku Emiratunum skrivar til okkum í heilum, men hetta verður tó tikið við fyrivarni, siga teir smílandi.
Tú kanst fylgja Brimboats á Instagram á hesum leinki.