- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Óvanliga nógvar harur skotnar
20-01-2021
Líkt er til, at haruárið 2020 fer at seta met
9124 skotnar harur eru skrásettar higartil á heimasíðuni haran.fo, men enn vænta tøl frá nøkrum ávísum økjum, sigur Eyðfinnur Magnussen, sum skrásetur og eygleiðir haruveiðuna.
Harutalið liggur vanliga um 6000 harur í miðal, men í ár er eitt stórt frávik. 3200 fleiri harur eru skotnar hendan veturin samett við árið fyri. Tað er bara eina ferð hent fyrr, síðan tað var byrjað at skráseta haruveiðuna, at fleiri enn 9000 harur eru skotnar. Tað var í 2014.
Hoyr Eyðfinn Magnussen greiða frá.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Katrin á Borg, veðrið, Black Friday, Basel, Ovasavnið, Barnabati, kórið úr Kollafirði
29-11-2024
Veðrið, Fríðrikskirkjan 30 ár, samstarv við Russland, lívið sum nonbiner, familjuvinaligur desember
27-11-2024
Veðrið, harur, altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, føroyskt listaverk til kong
25-11-2024