Góðan morgun Føroyar

Børn eiga at klintra
23-02-2021
- At klintra krevur nógv av børnum, og tí kann tað virka sissandi upp á eitt óróligt barn, sigur barnafysioterapeutur.

Børn, sum eru órólig, kunnu hava gott av at klintra.

Tað sigur Durita Reinert, sum er barnafysioterapeutur.

Sambært henni virkar klintring sissandi upp á børn, sum onkursvegna eru órólig og hava torført við at slappa av.

- At klintra krevur nógv av einum barni. Styrki, úthaldni, javnvág, samskipan, hugsavnan og planlegging. Og av tí at tað krevur nógv av barninum at klintra, so kann tað vera við til at sissa eitt barn, sum er óróligt, sigur Durita Reinert.

Aðrir aktivitetir, sum kunnu virka sissandi, eru til dømis eitt karbað, at spæla við sand ella at sleppa at spæla við, smakka og lukta mat.

Í morgunsendingini fortaldi barnafysioterapeuturin um rørslur og sansir, sum kunnu vera við til at stimbra børn.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Blómuhúsið á Toftum, ársins herðaklapp í Sunda kommunu, kafé fyri krabbameinsrakt
24-09-2024
Veðrið, Andreas Mogensen
23-09-2024
Baki-kapping, veðrið, Soulaima Gourani, Magni Christiansen, Lonesome Ranger við Justin Terry og Mark Fain, ullamóttøka, Tritonus
20-09-2024
Brot úr Føroya søgu, veðrið, matumhvørvið í Føroyum, Hjá Kissa 60 árog Knút tulkar Dylan.
19-09-2024
Veðrið, KFUK, Varandi heimur, djóralæknin
18-09-2024
Veðrið, tænastusinnaður hýruvognsførari, søgurforteljing í Oyndafirði, menningarætlan fyri manskórsang í Føroyum.
17-09-2024
Veðrið, RFF, Giktafelagið
16-09-2024
Veðrið, kapping, nýggjur sangur, heili og heilsa.
13-09-2024
brot úr Føroya søgu, veðrið, barnatannrøkt, tónleikur á Kirkju, tann fantastiski bussurin
12-09-2024
Veðrið, mammubólkur í 20 ár, kjakið millum Trump og Harris, góð ráð um renning.
11-09-2024
Veðrið, eldravælferð, kaving og sjónleikur.
10-09-2024
Veðrið, etiskar tvístøður, Reyði Krossur í Norðoyggjum
09-09-2024