- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Nýskapan í ferðavinnuni í Nólsoy
05-03-2021
Í seks vikur hava nólsoyingar ment seks nýggj ferðavinnutilboð
Seinastu tvey árini hava Hugskotið og Visit Tórshavn skipað fyri átakinum 'nýskapan í ferðavinnuni'. Endamálið er at stimbra undir menningini av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni. Hesaferð snýr tað seg um menning av ferðavinnu í Nólsoy.
Ein ferðavinnuætlan er gjørd fyri Nólsoy og í dag koma nólsoyingar við seks nýggjum ferðavinnutilboðum.
Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum, vitjaði morgunsendingina og greiddi frá um átakið. Hoyr innslagið omanfyri.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024