- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Formlig líkaløn í 40 ár
08-03-2021
Hóast formligu lønarmunirnir blivu avtiknir í 1981, forvinna menn framvegis meir enn kvinnur.
– Hóast vit hava formliga líkaløn, so eru nógv viðurskifti í samfelagnum í 2021, sum vísa, at vit hava ikki líkaløn.
Soleiðis sigur Sonja Jógvansdóttir frá Samtaki, ið umboðar fakfeløgini.
Hon hevur savnað lønarhagtøl frá 1960 og fram til í dag.
Tað eru fleiri viðurskifti, sum mugu broytast, skulu vit fáa veruliga líkaløn, heldur Sonja Jógvansdóttir.
– Nakrir bygnaðir mugu broytast, vit mangla lógarkarmar, og síðani mugu fakfeløgini og arbeiðsmarknaðurin gera meir við spurningarnar, um teir ójavnar, sum vit síggja í dag, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Í morgunsendingini greiddi Sonja Jógvansdóttir frá um arbeiðsmarknaðin, lønarmunir og kyn.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024