Góðan morgun Føroyar

Formlig líkaløn í 40 ár
08-03-2021
Hóast formligu lønarmunirnir blivu avtiknir í 1981, forvinna menn framvegis meir enn kvinnur.

Hóast vit hava formliga líkaløn, so eru nógv viðurskifti í samfelagnum í 2021, sum vísa, at vit hava ikki líkaløn.

Soleiðis sigur Sonja Jógvansdóttir frá Samtaki, ið umboðar fakfeløgini.

Hon hevur savnað lønarhagtøl frá 1960 og fram til í dag.

Tað eru fleiri viðurskifti, sum mugu broytast, skulu vit fáa veruliga líkaløn, heldur Sonja Jógvansdóttir.

Nakrir bygnaðir mugu broytast, vit mangla lógarkarmar, og síðani mugu fakfeløgini og arbeiðsmarknaðurin gera meir við spurningarnar, um teir ójavnar, sum vit síggja í dag, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Í morgunsendingini greiddi Sonja Jógvansdóttir frá um arbeiðsmarknaðin, lønarmunir og kyn.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024