Góðan morgun Føroyar

Heidi er púra vekk í Eivør
27-04-2021
At vera stjørnusligin merkir, at tú hámetir ein persón. Talan kann eitt nú vera um kendan sjónleikara, tónleikara ella ítróttarfólk

Tey, sum kenna meg, vita væl, hvussu eg havi tað við Eivør. Tey halda tað vera fitt.

Líka síðani Eivør Pálsdóttir bleiv landskend í Prix Føroyum, hevur Heidi Lava Elgeirsdóttir verið stórfjeppa.

 Eg kenni ikki Eivør, so tað er tónleikurin, sum hugtekur meg. Mær dámar allar útgávurnar ógvuliga væl. Ofta eru tað sangirnir, sum ikki eru so nógv frammi í miðlunum, sum mær dámar best, sigur hon.

– Eivør hevur flutt seg nógv hesi árini, men eg føli, at vit hava flutt okkum saman, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum helst ikki vil hitta Eivør í veruleikanum.

Tað kann ongantíð blíva líka perfekt, sum tað er, tá eg lurti eftir tónleikinum, sigur Heidi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024