Góðan morgun Føroyar

Taka ikki dagar ímillum góða og minni góða mentan
27-04-2021
Við UNESCO-sáttmálanum hava Føroyar bundið seg til at skapa góðar karmar fyri siðaarvinum

Arbeitt verður við at at fáa grindadráp og grind á skránna Livandi mentan. Tað verður gjørt í samband við at Føroyar hava tikið við Unesco sáttmálanum um verju av siðaarvinum.

Kristina Djurhuus Christiansen, fólkalívsfrøðingur á Tjóðsavninum, vísir á, at grindarakstur hevur verið partur av føroyska mentanini síðani landnám.

Tí er eingin ivi um, at grindadráp skal bólkast undir okkara siðaarvi. Tað er ikki mín uppgáva at meta um, hvat er góð og minni góð mentan, sigur Kristina Djurhuus Christiansen.

UNESCO er ein stovnur undir ST, ið arbeiðir við vísindum og mentan. Av tí at Føroyar hava fingið atlimaskap í UNESCO, fáa vit atgongd til netverk og føreikar í UNESCO felagsskapinum, og harvið kunnu vit seta okkum mál og mið á altjóða stigi.

Føroyski báturin og føroyski dansurin er lagdur afturat skránni, og nú skal grindadráp eisini sleppa upp í part.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024