Góðan morgun Føroyar

Føroya fyrsti kvinnuligi politistur lagt frá sær
04-05-2021
Nógvar dramatiskar hendingar hava verið, men tíbetur gloyma vit skjótt, sigur Kristina Christiansen.

Fyrsta november í 1983 bleiv Kristina Christiansen sett í starv sum politinæmingur í Danmark.

Eftir lokna útbúgving, í 1986, bleiv hon fyrsti kvinnuligi politistur í Føroyum.

Eftir eina drúgva yrkisleið í fakinum hevur hon nú takkað fyri seg.

Onkrar løgnar støður hava tikið seg upp, ásannar Kristina.

Eitt nú hevur hon upplivað, at fólk hava ringt á støðina. Tá hon hevur tikið telefonina, hevur røddin í hinum endanum sagt, at viðkomandi ætlaði at tosa við ein politist.

- Tú tosar við ein politist, hevur Kristina tá svarað.

Í samrøðuni greiðir Kristina Christiansen frá, hvussu ein tilvildarlig viðmerking í sjónvarpinum fyri 35 árum síðani, gav henni eitt eyðknevni, sum framvegis hongur við.

Hóast Kristina Christiansen nú er givin í politinum, fer hon neyvan at keða seg.

Hon spælir fótbólt, gongur túrar, er til fitness av og á, er leiðari hjá B36-kvinnum, spælir sjónleik, er omma, hevur hús og summarhús og so hevur hon eisini tikið koyrikort til hýruvogn.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024