- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Vit kenna fleiri dømi um, at føroyskir sangir eru umsettir til annað mál. Men tað má vera eindømi, at ein føroyskur sangur nú er umsettur til elvdalsk. Tað snýr seg um sangin 'Lukkan er ei gullið', sum Kemm Poulsen hevur yrkt og Jens Marni Hansen hevur gjørt lagið til.
Elvsdalsk er eitt heilt serligt samansett norðurlendskt mál, sum ein lítil málbólkur í Svøríki tosar. Tað verður mett, at einans 3000 fólk duga málið.
- Eg haldi, tað er sera stuttligt, at sangurin er umsettur til elvdalsk. Serliga tí hetta er eitt serstakt mál.
Tað sigur Kemm Poulsen, ið eigur orðini til sangin. Hann hevur móttikið lukkuynskir frá nógvum fólkum.
Jens Marni sigur at enda:
- Vónandi er hetta byrjanin til, at sangurin eisini verður umsettur til onnur mál. Hetta er ein ógvuliga sigandi tekstur. Um øll livdu eftir orðinum í sanginum, so hevði heimurin verið eitt betri stað at liva í. Hetta kundi møguliga verið tann næsti 'We Are the World' sangurin, har tað snýr seg um ikki bara at taka, men eisini at geva.
Sangurin er at hoyra her